TÆNASTUR

KT TÆNASTUR

Vit hava serkunnleika innan teldur og KT, og vit leggja stóran dent á, at tú fært røttu vegleiðingina, so vit saman kunnu finna røttu loysnina.

Til vinnukundar og stovnar kunnu vit veita ein tænastusáttmála. Heldur enn, at fyritøkur hava sín egna KT-mann, so kunnu vit loysa uppgávuna við einum tænastusáttmála. Hettar merkir, at TelduTænastan røktar KT-økið hjá fyritøkuni fyri eitt fast mánaðargjald. Við tænastusáttmálunum verður KT-kervið hjá fyritøkuni viðlíkahildið og vanligir teldutrupulleikar verða avgreiddir.

Tænastan vendir sær til allar fyritøkur og stovnar. Kostnaðurin er úr 960,- um mánaðin.

Til privata brúkaran veita vit eisini eina líknandi tænastu. Eru trupulleikar, kanst tú ringja til okkum, síðani verður støða tikin til, um trupulleikin skal loyast á staðnum ella onnur loysn skal finnast. Eru t.d. trupulleikar við netsambandinum í húsinum, kunnu vit koma á staðið og loysa trupulleikan skjótt og væl.


Fróði Clementsen
Stjóri
fc@tt.fo
505505

Eg eri til reiðar at vegleiða og hjálpa tær at finna røttu loysnina til tín tørv. Send mær ein fyrispurning her, so svari eg sum skjótast.