TÆNASTUR

KT ÚTGERÐ

Vit hava helst stórsta úrval av KT-útgerð í Føroyum. Vit hava alt frá káplum til telduútbúnað. Vit umboðað bara góðskumerki, og tú fært bestu tænastu við í keypinum.

Heldur enn einans at veita sonevndar standard loysnir, hava vit valt at leggja okkum eftir at byggja teldur og servarar eftir tørvinum hjá okkara kundum. Í flestu førum er hendan loysnin bæði betri og bíligari. Vit hava drúgvar royndir innan teldu- og servaraloysnir.

Tá ið tú hevur keypt eina teldu ella aðra útgerð frá okkum, sleppa vit tær ikki upp á fjall. Er eitt hvørt áfatt, umvæla vit teldurnar á egnum verkstaði í Føroyum. Vit hava flestu eykalutir á goymslu, og vit leggja alla orku í, at umvælingarnar verða avgreiddar skjótast gjørligt. Harumframt veita vit tær eina lániteldu, meðan tín er á verkstað.


Pætur Breckman
Vinnuráðgevi
pb@tt.fo
580200

Eg eri til reiðar at vegleiða og hjálpa tær at finna røttu loysnina til tín tørv. Send mær ein fyrispurning her, so svari eg sum skjótast.