TÆNASTUR

EITT SINDUR UM OKKUM

TelduTænastan varð sett á stovn í 1987. Fyrsta navnið var Telduteam, men mett varð, at navnið var ov fremmant, tískil bleiv navnið broytt til TelduTænastan. Í 2014 keyptu Fróði Clementsen og Høgni Thomsen fyritøkuna. Teirra mál var at halda fram við góðu kundatænastuni.

  • Vit hildu, at møguleikarnir vóru sera stórir fyri einari slíkari fyritøku, sum leggur dent á tænastu til privat fólk og smærri og størri fyritøkur, sigur Fróði.
  • Fyritøkan byggir á stóra vitan og fagligar førleikar, og hesum ætla vit at halda fast í. Starvsfólkini hava verið kjarnan í fyritøkuni øll hesi árini. Tú skalt kunna krevja av okkum at vit vita, hvat vit tosa um, og at ráðini frá okkum eru álítandi. Hjá okkum eru góð ráð ikki dýr. Tænastan fylgir kundanum allan vegin. Tað er við hesari tankagongd, at kundarnir ár eftir ár hava vent aftur til TelduTænastuna, sigur Høgni.

Heilt frá byrjan av hevur dentur verið lagdur á, at snikka teldurnar eftir tørvinum hjá kundunum, tískil hava vit ikki einans lagt okkum eftir at selja so nevndar standard teldur. Hesin leistur hevur riggað avbera væl og vit hava valt at halda fast í honum.

TelduTænastan hevur altíð húsast á Hálsi í Havn. Handilin er fluttur nakrar fáar metrar frá upprunastaðsetingini, men flestu vita óivað hvar vit eru, tí vit eru nevniliga grannar hjá Skemmuni og Colorama.

Sum tíðin er liðin, er vøruúrvalið broytt. Telduheimurin er í støðugari broyting og tí er tað av allar størsta týdningi, at vit fylgja við. Nýggju eigararnir hava valt at fara aftur til røturnar hjá fyritøkuni. Hettar merkir, at í dag hevur TelduTænastan alt til tann einstaka brúkaran, og fyritøkuna. Vit hava eitt stórt úrval printarum, blekki, tónarum, teldum, skíggjum, telefonum o.s.fr.

TelduTænastan umboðar stór kend merki sum:
Lenovo_logo  hp

Hjá okkum ber til at fáa allar teldur umvældar, uttan mun til merkið.

Hjá okkum eru øll eru vælkomin á gátt, men vit hava eisini møguleika at senda okkara kønu starvsfólk út til tykkara.