TÆNASTUR

TELDUVERKSTAÐUR

Ein av okkara kjarnutænastum er okkara verkstaður. At hava egið verkstað er ein ógvuliga stórur og týðandi partur av okkara samleika. Vit umvæla, rigga til og loysa allar teldutrupulleikar. Vit leggja stóran dent á, at kundin følir seg tryggan og veit, nær umvælingin er liðug, og hvør kostnaðurin er.

Øll viðskiftafólk eru vælkomin niðan í hølini á Staravegi við telduni ella aðrari útgerð, um okkurt skuldi verið áfatt. Tað er ber tó eisini til at loysa trupulleikar umvegis telefon ella netið, har vit kunnu fara inn á tykkara teldu og hjálpa á staðnum, soleiðis at tú sleppur enn skjótari í gongd aftur. Tú ert altíð vælkomin at ringja og spyrja.


Bergur Ryggstein
Leiðari KT-hjálpin/Tøkningur
bh@tt.fo
586161

Eg eri til reiðar at vegleiða og hjálpa tær at finna røttu loysnina til tín tørv. Send mær ein fyrispurning her, so svari eg sum skjótast.