TelduTænastan hevur alla tíðina lagt seg eftir at veita góða professionella tænastu til sínar kundar.
Fyritøkan hevur fólk við hollari útbúgving og certifisering, sum hava neyðugu góðkenningarnar til at eftirlíka tænastukrøvunum hjá kundunum.  Tilsamans 8 fólk eru í starvi í fyritøkuni.

Hóast TelduTænastan selur teldur av merkjunum ASUS, ACER, LENOVO, MSI, SAMSUNG og TOSHIBA verða nú øll sløg av teldum umvæld á verkstaðnum. TelduTænastan ger eisini nógv við at seta teldur saman, so tær hóska júst til tað, ið kundin ynskir.

Tær stóru stationeru teldurnar eru í stóran mun spæliteldur. Í vøruskránni eru eisini tær vælumtóktu stationeru teldurnar LENOVO og ASUS sum eru vælegnaðar til skrivstovuna.

TelduTænastan hevur egið verkstað og eisini eina vælvirkandi tænastu og supportdeild. Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar eftir at kundin t.d. hevur keypt eina teldu, fær hann ókeypis softwaretænastu á verkstaðnum.

Fyritøkan er serkøn og før fyri at taka sær av øllum, ið hevur við teldur at gera, og tekur sær t.d. eisini av at seta upp internet, ella taka sær av aðrari tænastu í samband við teldur, ið kundin hevur brúk fyri.

TelduTænastan selur printarar av sløgunum BROTHER, CANON, EPSON og SAMSUNG og hevur eitt av landsins størstu úrvalum av brúksvørum til printarar sum t.d. blekk, tónarar, pappír o.a.