Umvælingar

TelduTænastan hevur eitt sera vælvirkandi verkstað við góðari tænastu. Hjá okkum kunnu tygum fáa allar umvælingar gjørdar skjótt og væl.
Telduverkstaðið er stongt leygardag.

Nýkeyp av teldum uttan Windows:

Um teldan verður latin uttan Windows, verða, av góðum grundum, eingin drívarar installeraðir, hettar skal ein gera sjálv/ur. Hetta merkir eisini, at um vit aftaná álíkavæl skulu gera installatiónina av Windows og tilhoyrandi drívarum, verður hetta gjørt fyri eigarans rokning.

Vegleiðing - tá ið teldan skal til umvælingar

Vert at vita:

hav allar fløgur, ið hoyra til telduna, við.
hav tann lutin, ið skal installerast ella ikki virkar, við á verkstað. (t.d. printara, beinara, spæl o.s.fr.).
hav kaðal og streymveiting til lutin við.
er loyniorð á telduni, skal tað viðleggjast.
er galið við internetinum ella e-mailinum, skal brúkaranavn og loyniorð viðleggjast.
eru eingir drívarar við, fer umvælingin at taka longri tíð og hon fer at vera dýrari.
minsta gjald er kr. 350,- eisini um vit bert kannað hvat er galið.